Vælkomin

Vælkomin til sjálvt hjartað í Havn, vælkomin til Katrinu Christiansen. Um hesir veggir kundu sagt frá síni søgu, høvdu vit frætt um nógv loyndarmál úr gomlu Havnini. Partar av húsinum stava heilt aftur frá byrjanina av 18. øld, møguliga longur aftur. Fleiri av húsfólkunum vóru atvoldin til, at húsið kom í søgubøkurnar, tó ikki upprunaligi eigarin, tí vit kunnu ikki siga við vissu, hvør ið bygdi húsið.

 

Hárskerastova

Vit vita, at frá 1707 var hetta ein hárskerastova, sum Hans Albertsen Matras hevði. Tað var ikki so løgið, tí húsið varð av fyrstantíð kallað Bartskerisstova. Fyritøkan hevur staðið seg væl, tí tríggir ymiskir bartskerar hildu fram við salongini gjøgnum 18. øld, og teir búðu allir her við sínum familjum.

Í 1784 vórðu flestøll hús í Havn virðismett. Bartskerisstova varð tá mett at hava eitt virði á 170 gyllin.

Men í 1817 skifti húsið navn til Skálahúsið. Tað hendi, tá ungi Niels Niklason Skaale tók yvir. Hann var av Skála. Hann byrjaði handilsvirksemi her, og tað vóru serliga ullintar hosur og sokkar, ið vórðu seldar

Hárskerastova

Bygningurin

Gólvini bera mangan søguna víðari í einum húsum. Í stovuhæddini sæst, at húsið er bygt út. Fara vit so upp gjøgnum trappurnar, síggja vit, at tað á fyrstu hædd eru merkir í gólvinum frá fyrrverandi veggum. Sjálvt um veggirnir kanska ikki tosa, kunnu teir tó framvegis siga frá einum og hvørjum. 

Veggjabrettini í stovuhæddini standa loddrætt, meðan tey á fyrstu hædd eru vatnrætt. Hetta sigur nakað um, nær tey vórðu smíðað. Stovuhæddin stavar frá 1800 – og fyrsta hædd stavar frá umleið 1900.

Bygningurin

Handilin

Handilsmaðurin Andreas William Restorff flutti inn í húsini saman við familjuni umleið 1870 og gjørdi tey til størsta handil av sínum slag í Føroyum. Hann bygdi út, setti í stand og innrættaði húsini við øllum nýmótans hentleikum.

Í 1901 keypti Zacharias Heinesen handilin, sum tá var ein handil í blóma – og kallaði hann Hjá Heinesen. Í heiminum hjá Zachariasi og Carolinu Jakobinu Heinesen var nógvur tónleikur og nógv skapandi virksemi, umframt at tey tóku sær av handlinum. Hetta kom bókmentasøguni seinni til góðar, tí her varð spírin gróðursettur til bókmentaliga flogvitið William Heinesen.

Handilin

William Heinesen

William Heinesen var yngsti sonur Zacharias og Carolinu. Hann gjørdist Føroya kendasti rithøvundur. Sjálvt um hann er mest kendur fyri sínar skaldsøgur, var hann ein listamaður við nógvum gávum: yrkjari, listamálari, tónleikari – og var ikki minst kendur fyri síni nógvu, livandi pappírsklipp.

Tá ið tú fert upp gjøgnum tær smølu trappurnar til aðru hædd, er tað fyrsta tú sært eitt av verkunum hjá Williami Heinesen. Halt áfram. Her er meir. Eitt rúm á hesi hæddini er uppkallað eftir einum av meistaraverkum William Heinesens, Tornið við heimsins enda. Tað er ikki ringt at ímynda sær hví, hygg bert út gjøgnum hurðina. Tað sær veruliga út sum, at fýrurin á Borðini stendur við heimsins enda.

William Heinesen

WC'ið

Øll rúmini her hava sína søgu, sjálvt wc’ið. Legg til merkis, at gólvið sær út, sum tað er eitt sindur brent. Jú, William Heinesen var tann fyrsti, sum setti eld á hetta gamla timburhúsið. Sum óviti spældi hann við eld í 1905, og ólukkutíð var hann atvoldin til stóran skaða. 

Á fyrstu hædd sært tú, at viðurin er eitt sindur brendur. Í Føroyum var trot á timburi, so tað tilfar, sum varð bjargað, varð brúkt at byggja upp aftur við. 

Aðru ferð, eldur var í, gjørdist gólvið á wc’inum svart. Tað hendi umleið 1950 og komst av, at ein petroleumspumpa hvølvdist. Petroleum fleyt eftir gólvinum, og ein neisti festi eld í.

WC'ið

Pumpan

Hjá Heinesen høvdu tey sum sagt eina petroleumspumpu, og fólk komu allastaðni frá at keypa petroleum til petroleumslampurnar har heima.

Í handlinum var alt frá petroleum til klæði, leikur og matur, umframt allar vanligar neyðsynjarvørur til húsarhaldið. Hetta var at semmeta við eina nútíðar sølumiðstøð. Petroleumspumpan er framvegis at síggja við høvuðsinngongdina. Ein annar lutur, ið er at síggja, er ein málningur við síðuna av vindeyganum í ‘privaten.’ Tað myndar útsýnið frá hesum sama vindeyga fyri øldum síðani.

Pumpan

Katrina Christinansen

Matstovan, sum er her í dag, eitur sjálvsagt Katrina Christiansen. Tað er ikki av tilvild. Katrina Christiansen arbeiddi upprunaliga hjá Zachariasi Heinesen, áðrenn hon seinni yvirtók handilin. Hon arbeiddi hart, við eldhuga og var áhaldin. Ein mynd av Katrinu Christiansen og Zachariasi Heinesen sæst yvir skivuni.

Meðan tú stendur við skivuna í stovuhæddini sært tú, at skivan er gjørd úr gomlum banankassum.

Katrina Christinansen

Síðsti handilsmaðurin

Sonur Katrinu, Haldór Christiansen, var tann síðsti handilsmaðurin her á staðnum. Hann plagdi at ganga runt saman við sínum kundum, og sum tann talsnillingur, hann var, kundi hann við einum eygnabrái siga teimum samlaða kostnaðin fyri vørurnar í kurvini. At fara til handils broyttist, og við tí komu nýggir handlar. Í 2005 var síðsti kundin inni í handlinum hjá Katrinu Christiansen.

Men húsið varðveitir minnini um farnar tíðir og um tey, ið hava húsast her. Á fyrstu hædd sært tú eitt sýnisskáp við nøkrum persónligum lutum hjá Haldór Christiansen, harímillum karakterbók og studentshúgva.

Síðsti handilsmaðurin

Verkstaðið

Í húsinum eru nógvir krókar at kanna. Í kjallaranum var verkstaður. Tú mást sníkja teg aftur um diskin í stovuhæddini fyri at finna tað. Har er upprunaligi dreyibonkurin, sum William Heinesen vanliga arbeiddi við. Legg merki til støddina av rúminum – og samanber við restina av húsinum. Hetta er grundin í húsinum og eisini tann elsti parturin.

Verkstaðið

Vælkomin at njóta og kanna húsini

Tað eru framíhjárættindi at fjálga um okkara viðskiftafólk við gamla, staðbundna andanum, ið er í húsunum. Við teimum nógvu, týdningarmiklu staklutunum er hetta líka nógv eitt savn sum ein matstova. Vit hava roynt at varðveita alt í so upprunaligum standi sum gjørligt. Ver vælkomin at njóta og kanna hesi gomlu húsini. Starvsfólkini á matstovuni svara fegin øllum spurningum so væl, sum tey kunnu.

 

Vælkomin at njóta og kanna húsini