Tænari til Katrinu Christiansen

Nú summarið nærkast, sóknast vit eftir tænara til okkara sjarmerandi matstovu, Katrinu Christiansen, at arbeiða frá mai til september 2021.
 

Vit bjóða

Eitt spennandi og gevandi arbeiðsumhvørvið, har tú fært møguleikan at menna teg fakliga. Tú verður væl móttikin og fært dugnaligar tænarar og kokkar at læra teg upp. Tú verður partur av einum royndum toymi, ið veitur tænastu á høgum støði, og dámar væl at hugna sær saman.
 

Uppgávur

Tín ábyrgd verður at virka fyri, at gestir okkara fáa tænastu á høgum støði, umframt at:

· Skapa hugnaligar karmar og fáa gestirnar at føla seg vælkomnar 
​· Tæna og vegleiða gestum okkara innan okkara matar- og drekkiskrá
​· Viðgera møguligar klagur frá gestum okkara skjótast gjørligt, og á ein jaligan hátt
​· Halda matstovuna reina og ruddiliga
 
Dagarnir eru skiftandi og spennandi við nógvum ymiskum uppgávum. Eisini kanst tú vænta, at vera biðin um at koma til arbeiðis við stuttum skotbrá. 
 

Tín vangamynd

Vit sóknast eftir einum persóni, sum er tænastusinnað/ur, nærverandi, álítandi og hevur eitt ynski um at veita bestu tænastu til gestir okkara.
 

Setanartreytir

Løn er sambært Gistingarhússáttmálanum.
 

Umsókn 

Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Viðmerk teldupostin “Tænari til Katrinu Christiansen”.
 
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.
 
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Absalon Lydersen á tlf. 239290 ella teldupost al@hafnia.fo
 
Um Katrinu Christiansen
Sjarmerandi og søguliga matstova okkara, Katrina Christiansen, er partur av Hotel Hafnia. Maturin, ið verður borðreiddur, er inspireraður av spanska tapas-stílinum, men er fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða.