Vit bjóða eitt spennandi lærupláss

Um tær dámar væl at práta við fólk og veita eina framúr tænastu, so er hetta læruplássið kanska akkurát nakað fyri teg! Vit sóknast eftir tænaralærlingi til okkara sjarmerandu matstovu Katrinu Christiansen.

Vit bjóða eitt spennandi lærupláss, ið bjóðar tær inn í eitt toymi við útlærdum tænarum og nógvum øðrum góðum starvsfólki. Undir útbúgvingini lærur tú eitt nú um mat, tænastu og vertskap.

Lærutíðin er umleið 3 ár og 4 mánaðar við skúlagongd í Danmark.

Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk og hevur lætt við at smílast, sjálvt tá nógv er at gera.
Ljóðar hetta spennadi, so gleða vit okkum at hoyra frá tær.

Send okkum tína umsókn via frymilin niðanfyri, áðrenn 7. oktobur 2021. Okkara matstovuleiðari, Absalon Lydersen, veit meira um læruplássið. Tú er vælkomin at ringja á tlf. 239290.

Um Katrinu Christiansen

Katrina Christiansen er sjarmerandi og søguliga matstova okkara í hjartanum av Tórshavn. Her bjóða vit fleiri smærri tapas-rættir, við íblástri frá føroyskum matsiði og føroysku náttúruni.

Starvsumsókn