Summarstarv sum køkshjálp á Katrinu Christiansen

Summarið nærkast, og vit hava úr at gera. Vit sóknast tí eftir køkshjálp til summar brunsj á sjarmerandi og søguligu matstovu okkara, Katrinu Christiansen. Talan er um fulltíðarstarv frá juni til august 2022.

Vit bjóða

Tú kemur at matgerða og borðreiða okkara fjølbroytta og leskiliga brunsj og verður við til at tryggja, at gestir okkara fáa eina góða mataruppliving. Tú verður væl móttikin og fært dugnaligar starvsfelagar at læra teg upp. Harafturat verður tú partur av einum royndum toymi, har tónin er óformellur, og vit hugna okkum saman. 

Tín vangamynd

Vit virðismeta allarmest, at tú hevur áhuga at royna teg í køkinum og trívist í einum livandi umhvørvi.

Setanartreytir

Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.
Tú kemur at arbeiða í 5:2 vaktum, og arbeiðstíðin er frá 08 til 16. Tó kann hetta variera alt eftir arbeiðsætlan.

Umsókn

Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.

Umsóknarfreist er 16. juni 2022

Matstovuleiðari okkara, Absalon Lydersen, veit meira um starvið. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Absalon á tlf. 239290 ella á teldupost al@hafnia.fo.


Katrina Christiansen

Sjarmerandi og søguliga matstova okkara, Katrina Christiansen, er partur av P/F Hotel Hafnia. Maturin, ið verður borðreiddur, er inspireraður av spanska tapas-stílinum, men er fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða.

Application form