Køksleiðari til Katrinu Christiansen

Hevur tú hug at seta tín dám á okkara sjarmerandi og søguligu matstovu Katrinu Christiansen? Vit sóknast eftir einum køksleiðara at byrja skjótast gjørligt.

Vit bjóða

Tú verður partur av einum dugnaligum og ágrýtnum leiðslutoymi og verður tí við til at menna, góðskutryggja og seta títt eyðkenni á matarskránna og dagligu gongdina í køkinum. Tú hevur, saman við køksleiðaranum á Hotel Hafnia, dagliga ábyrgd av køkinum, umframt bílegging og góðskutrygging av vøru. 

Tín vangamynd

· Tú hevur útbúgving sum kokkur

· Tú dugir at leiða, læra og skapa gott samstarv millum starvsfólkini

· Tú elskar at gera mat, og tað er umráðandi fyri teg at tryggja góða góðsku í tínum avriki og innan bjóðaðu matarskránna á Katrinu Christiansen

· Tú ert von/vanur við at arbeiða fjøltáttað við fleiri ymiskum matarskráum

Setanartreytir

Løn er eftir avtalu

Freist at søkja

Freistin at søkja er 7. oktobur 2021. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði. Tú søkir starvið via frymilin niðanfyri.

Anna Østerø, okkara køksleiðari, veit meira um starvið. Tú er vælkomin at senda tín fyrispurning á ao@hafnia.fo ella ringja til hennara á 233147.

Um Katrinu Christiansen

Sjarmerandi og søguliga matstova okkara, Katrina Christiansen, er partur av P/F Hotel Hafnia. Maturin, ið verður borðreiddur, er inspireraður av spanska tapas-stílinum, men er fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða.

Starvsumsókn