Kokkalærlingur? Tygg upp á tað

Søkt verður eftir kokkalærlingi til Katrinu Christiansen. Her kokkast vit við tapas úr føroyskum rávørum.

Tú borðreiðir, fyllir upp, kunnar gestir og heldur køkin reinan. Tú ert álítandi og fyrikomandi og elskar at royna teg fram.

Ert tú svang/ur at sleppa í gongd og gerðast partur av okkara køkstoymi? Søk so lærupláss hjá okkum. Men tygg ikki ov leingi, tí vit lesa umsóknirnar leypandi.

Lærutíðin er umleið 4 ár við skúlagongd í Danmark.

Send lívsrensl og umsókn via frymilin niðanfyri, áðrenn 1. desember 2021. Rannvá Lamhauge Beder, okkara køksleiðari, veit meira. Tú ert vælkomin at ringja til hennara á tlf. 23 92 40.

Starvsumsókn