Kokkur til Katrinu Christiansen

Vit sóknast eftir kokki til dugnaliga køkstoymi hjá Katrinu Christiansen.

Katrina Christiansen er ein matstova í hjartanum á Havnini við sjarmu og heimligum hugna. Vit borðreiða við tapas, sum er gjørt við íblástri frá føroyskum matsiði og við tí, sum føroyska náttúran og havið hava at bjóða.

Sum kokkur fært tú eitt spennandi og nýhugsandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at vera við til at menna matstovuna í samstarvi við høvuðskokkin á Hotel Hafnia. Harafturat verður tú partur av einum evnaríkum toymi, har tónin er óformellur og har vit hugna okkum saman.

Vit bjóða
Tú verður partur av einum ágrýtnum toymi, ið brennur fyri at geva gestum okkara eina góða mataruppliving. Katrina Christiansen er partur av Smyril Line samtakinum, og tú fært nógvar góðar kokkar sum samstarvsfelagar. Vit hava gott samanhald og bjóða ein fjølbroyttan og avbjóðandi arbeiðsdag. Vit vilja gera okkara fyri, at tú kemur at eydnast væl í starvinum.


Tú hevur royndir sum kokkur, tú trívist í einum lívligum umhvørvi, ert fyrikomandi og brennur fyri at veita eina góða tænastu. Hjá Katrinu hugsa vit burðardygt, og tí er gott um tín grundhugsan innan matgerð er burðardygg. 

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála og avtalu. Vit bjóða góðar starvsfólkaágóðar í øllum Smyril Line samtakinum. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Freist at søkja
Umsóknarfreistin er 4. juni 2023. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn. 

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Onnu Østerø, køksleiðara, á tlf. 233147 ella ao@hafnia.fo.

Application form