Kvøldtænarar til Katrinu Christiansen

Dámar tær væl at práta við fólk og veita eina framúr tænastu? 
So er eitt tænarastarv hjá okkum kanska akkurát nakað fyri teg! Vit sóknast eftir kvøldtænarum til okkara livandi matstova at byrja skjótast gjørligt. Talan er um parttíðarstarv við kvøldvaktum.

VIT BJÓÐA
Vit bjóða eitt starv, sum kann lagast til tín gerandisdag, og bjóða tær inn í eitt toymi við útlærdum tænarum, har pláss er fyri at læra og mennast. T.d. riggar væl at hava starvið við síðunar av lesnaði.


Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk og hevur lætt við at smílast, sjálvt tá nógv er at gera.

SETANARTREYTIR
Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum, byrjanarlønin er kr. 144,99 um tíman.

UMSÓKN
Umsóknarfrestin er 24. september 2023. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.

Meira fæst at vita um størvini við at seta teg í samband við Peter Hentze, F&B leiðara, á tel. 233146 ella við at senda ein teldupost til ph@hafnia.fo

Um Katrinu Christiansen
Matstovan liggur í hjartað í Havn, Um hesir veggir kundu sagt frá síni søgu, høvdu vit frætt um nógv loyndarmál úr gomlu Havnini. Partar av húsinum stava heilt aftur frá byrjanina av 18. øld, møguliga longur aftur. Fleiri av húsfólkunum vóru atvoldin til, at húsið kom í søgubøkurnar, tó ikki upprunaligi eigarin, tí vit kunnu ikki siga við vissu, hvør ið bygdi húsið. 
Tað eru framíhjárættindi at fjálga um okkara viðskiftafólk við gamla, staðbundna andanum, ið er í húsunum. Við teimum nógvu, týdningarmiklu staklutunum er hetta líka nógv eitt savn sum ein matstova. Vit hava roynt at varðveita alt í so upprunaligum standi sum gjørligt. 

Application form