Matstovuleiðari til Katrinu Christiansen

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum leiðara at hava dagligu ábyrgdina av sjamerandi og søguligu matstovuni, Katrinu Christiansen. 

Eitt spennandi starv í eini vinnu í vøkstri, har tú fært møguleika at seta tín dám á tænastuna og upplivingina hjá gestum okkara. 

Uppgávurnar sum leiðari fevna m.a. um, at

Tryggja eitt høgt tænastu- og góðskustøði, sum tryggjar gestunum eina góða uppliving

Tryggja ein skynsaman og burðardyggan rakstur

Samskipa arbeiðsbýtið og gera arbeiðsætlan fyri starvsfólkini

Virka fyri at skapa eitt gott arbeiðsumvørvið

Vit vænta, at tú ert sjónlig/ur og tekur lut í dagligu gongdini og uppgávunum

Tú ynskir ávirkan, tekur ábyrgd í tínum arbeiði, og ert til íblástur hjá tínum starvsfeløgum. Harumframt ynskja vit, at:

Tú hevur viðkomandi royndir innan tænastuvinnuna og at veita góða tænasta er umráðandi fyri teg

Tú hevur góð samskiftisevni og megnar at skapa gott samstarv millum starvsfólkini

Tú trívist í einum livandi umhvørvi við fjølbroyttum uppgávum

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. 

Umsókn

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn v.m. umvegis frymilin niðanfyri. 

Umsóknarfreistin er 26. februar 2024. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. 

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Peter Hentze á tlf. 23 31 46 ella ph@hafnia.fo.

Um Katrinu Christiansen

Katrina Christiansen er sjarmerandi og søguliga matstova okkara í hjartanum av Tórshavn. Her bjóða vit fleiri smærri tapas-rættir, við íblástri frá føroyskum matsiði og føroysku náttúruni.

Tað eru framíhjárættindi at fjálga um okkara viðskiftafólk við gamla, staðbundna andanum, ið er í húsunum. Við teimum nógvu, týdningarmiklu staklutunum er hetta líka nógv eitt savn sum ein matstova. Vit hava roynt at varðveita alt í so upprunaligum standi sum gjørligt.

Application form