Souschefur til Katrinu Christiansen

Vit sóknast eftir souschefi til dugnaliga køkstoymi hjá Katrinu Christiansen.

Katrina Christiansen er ein matstova í hjartanum á Havnini við sjarmu og heimligum hugna. Vit borðreiða við tapas, sum er gjørt við íblástri frá føroyskum matsiði og við tí, sum føroyska náttúran og havið hava at bjóða.   

Sum souschefur kemur tú saman við køksleiðaranum at hava ábyrgd av dagliga virkseminum í køkinum. Tú verður við at menna, góðskutryggja og skapa serstakar matskráir. Eisini verður tað tín ábyrgd at taka ímóti nýggjum starvsfólki, geva íblástur, upplæra og tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Vit bjóða
Tú verður partur av einum dugnaligum og ágrýtnum leiðslutoymi, ið brennur fyri at geva gestum okkara eina góða mataruppliving, og harumframt fært tú møguleikan at seta títt eyðkenni á matskránna. Vit bjóða eitt framsøkið óhátíðarligt umhvørvi, har vit virða tað góða samanhaldið.

Katrina Christiansen er partur av Smyril Line samtakinum, og tú fært nógvar góðar kokkar sum starvsfelagar. Vit vilja gera okkara fyri, at tú kemur at eydnast væl í starvinum.


Tú hevur viðkomandi royndir sum kokkur, og ert von/vanur við at arbeiða breitt við fleiri ymiskum matskráum. Tað er ein fyrimunur, um tú ert útbúgvin kokkur. 

Tú dugir at skapa gott samstarv millum starvsfólkini, leggur stóran dent á reinføri og hevur eitt skipað arbeiðslag. Sum partur av leiðslutoyminum er týdningarmikið, at tú tekur ábyrgd og ert til íblástur hjá tínum starvsfeløgum.

Setnartreytir
Løn og setanartreytir eru eftir avtalu. Vit bjóða góðar starvsfólkaágóðar í øllum Smyril Line samtakinum. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt.

Freist at søkja
Umsóknarfreistin er 4. juni 2023. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn. 

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Onnu Østerø, køksleiðara, á tlf. 233147.

Application form