Dámar tær væl at práta við fólk og veita eina framúr tænastu?

So er eitt tænarastarv hjá okkum kanska akkurát nakað fyri teg! Vit sóknast eftir tænarum til okkara sjarmerandu matstovu Katrinu Christiansen, at byrja skjótast gjørligt. Talan er um parttíðar- og vikuskiftisstørv. 

Vit bjóða

Vit bjóða eitt starv, sum kann lagast til tín gerandisdag, og bjóðar tær inn í eitt toymi við útlærdum tænarum, har pláss er fyri at læra og mennast. T.d. riggar væl at hava starvið við síðunar av lesnaði.

Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk og hevur lætt við at smílast, sjálvt tá nógv er at gera. 
Tú fert at skeinkja, og tí er tað ein treyt, at tú ert 18 ár ella eldri.

Setanartreytir

Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.

Umsókn

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn via frymilin niðanfyri.

Okkara F&B leiðari, Peter Hentze, veit meira um starvið. Tú er vælkomin at seta teg í samband við hansara umvegis ph@hafnia.fo ella tlf. 233146.

Um Katrinu Christiansen

Katrina Christiansen er sjarmerandi og søguliga matstova okkara í hjartanum av Tórshavn. Her bjóða vit fleiri smærri tapas-rættir, við íblástri frá føroyskum matsiði og føroysku náttúruni.

 

Application form