Tænarar til Katrinu Christiansen

Summarið er komið, og vit sóknast eftir tænarum til sjarmerandi matstovuna, Katrinu Christiansen. Talan er fulltíðarstørv og vikuskiftisstørv.

Vit bjóða

Eitt spennandi og gevandi arbeiðsumhvørvi, har tú sleppur at mennast fakliga. Tú verður væl móttikin. Dugnaligir tænarar og kokkar læra teg upp. Tú verður partur av royndum toymi, ið veitir góða tænastu - og dámar væl at hugna sær!

Uppgávur

Tín ábyrgd verður at virka fyri, at gestirnir fáa upplivingar á høgum stigi. Tú skapar hugnaligar karmar og fær fólk at føla seg væl. Eisini fert tú at vegleiða um matarskránna og úrvalið av tí flótandi.

Vit sóknast eftir einum persóni, sum er tænastusinnaður, árvakin og álítandi, og sum veruliga ynskir at geva gestum okkara tað besta.

Setanartreytir

Lønin er sambært gistingarhússáttmálanum. Arbeiðsdagarnir eru skiftandi og spennandi við ymiskum uppgávum. Tú kanst vænta at verða biðin til arbeiðis við stuttum skotbrái. 

Umsókn 

Søk við at senda teldubræv til hr@hafnia.fo. Viðmerk: Tænari til Katrinu Christiansen.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Absalon Lydersen á tel. 239290 ella við at senda honum teldubræv á al@hafnia.fo

Um Katrinu Christiansen
Sjarmerandi og søguliga matstovan, Katrina Christiansen, er partur av Hotel Hafnia. Matarskráin er merkt av spanska tapas-stílinum og fullførd við íblástri frá øllum tí, ið hagar og hav okkara hava at bjóða.