Yvirtænari til Katrinu Christiansen

Trívist tú við ábyrgd, hevur tú áður starvast á matstovu og leggur tú dent á at veita eina góða tænastu?
Vit bjóða tær eitt spennandi fulltíðarstarv, har tú kann seta tín dám á dagligu gongdina á okkara sjarmerandu matstovu.
 
Uppgávur
Uppgávur sum yvirtænari fevna m.a. um:
 
At virka fyri at gestir okkara fáa eina tænastu á høgum støði
Gera vaktarskema og skipa arbeiði
Tryggja trivnað og góða upplæring fyri okkara starvsfólk
Vera sjónlig/ur og taka lut í dagligu uppgávunum á matstovuni
 
Tað er ein fyrimunur um tú ert útlærdur tænari ella hevur tilsvarandi royndir innan tænastuvinnuna, tó er hetta ikki ein treyt.
 
Setanartreytir
Kappingarfør løn sambært avtalu.
 
Umsókn
Tú søkir starvið við at senda okkum tína umsókn v.m. umvegis frymilin niðanfyri.
 
Vit viðgera innkomnar umsóknir leypandi, so skunda tær og søk starvið.
 
Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Peter Hentze á tlf. 23 31 46 ella ph@hafnia.fo.
 
Um Katrinu Christiansen
Katrina Christiansen er sjarmerandi og søguliga matstova okkara í hjartanum av Tórshavn. Her bjóða vit fleiri smærri tapas-rættir, við íblástri frá føroyskum matsiði og føroysku náttúruni.
Tað eru framíhjárættindi at fjálga um okkara viðskiftafólk við gamla, staðbundna andanum, ið er í húsunum. Við teimum nógvu, týdningarmiklu staklutunum er hetta líka nógv eitt savn sum ein matstova. Vit hava roynt at varðveita alt í so upprunaligum standi sum gjørligt.

Application form